Anga sum Angelina

Saman við stóra franska felagnum Coty hevur Angelina Jolie skrivað undir ein sáttmála um at gera sína heilt egnu parfumu.

Sambært bretska blaðnum Mail on Sunday fær Angelina sjálv nógv at siga um, hvussu parfuma hennara skal verða.

- Angelina vil sjálv sleppa upp í part, tí hon vil gera eina parfumu, sum hon følir, veruliga er hon, sigur ein kelda.

Angelina er tó ikki tann fyrsta, sum samstarvar við Coty. Eisini Celine Dion, Sarah Jessica Parker, Jennifer Lopez, Shania Twain og Kylie Minogue arbeiða saman við Coty um seriur teirra innan anga.