Anfinn vil kopiera politikkin hjá Fogh

Viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum hevði Anfinn Kallsberg ikki so nógvar viðmerkingar til røðuna hjá Anders Fogh Rasmussen. Hinvegin hevði hann viðmerkingar til tað politiska innihaldið sum heild

Marjun Dalsgaard


Hóast Fogh hevur gjørt sítt besta fyri at standa fram sum ein nútímans politikari við eini áskoðan sum fáir javnaðarmenn kunnu siga honum ímóti, rósti Anfinn Kallsberg røðuni hjá Fogh fyri at innihalda nógv góð borgarlig virði.
Tað var serliga partin um familju- og skattapolitikkin, sum hann legði dent á, og hann helt fyri, at hetta vóru loysnir, sum hann ætlaði at kopiera í Føroyum.
Viðvíkjandi viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark segði Anfinn Kallsberg, at hann helt, at tann diskussiónin skal takast í Føroyum.
Tá vit í Føroyum eru komin ásamt um, hvat vit vilja, kunnu vit siga donsku stjórnini frá, segði hann.
Anfinn Kallsberg rósti somuleiðis heilmildarlógini og yvirtøkulógini sum vórðu settar í gildi í summar og tóktist vera nøgdur við leiðina í ríkisfelagsskapinum.
Fogh: Ríkisfelagsskapurin blómar
Lars-Emil Johansen hevði talað at donsku stjórnini fyri einki at gera í einum máli um eina 18 ára grønlenska kvinnu, ið er komin í eina religiøsa sekt. Kuupik Kleist tosaði um plutoniumdálkað umhvørvi í Grønlandi takkað verið dønum, og Høgni Hoydal fanst at tí manglandi samhuganum undir kreppuni í 1992.
Norðuratlantsbólkurin sum heild legði dentin á eitt undirtrykkjandi Danmark, meðan Anfinn Kallsberg legði upp til eina felagsleið innan fleiri politisk økir, eins og hann segði, at tað var røtt leið, sum var stungin út í kortið við heimildar- og yvirtøkulógunum.
Hóast at tey trý av fýra kjakinnleggum frá norðuratlantiska partinum av ríkinum vóru sera negativ, endurtók Anders Fogh Rasmussen, at ríkisfelagsskapurin blómar og mennist í hvørjum til ein meira nútímans felagsskap millum javnsett lond.
- Vit arbeiða støðugt fyri, at Føroyar og Grønland skulu fáa meira ábyrgd, segði hann.