Anfinn ætlar at seta lív í

Anfinn Nielsen er ein av stóru hittmakarunum í Føroyum. Hann er sangari og sangskrivari í bólkinum Anfinn & Co., og við sagnum sum Sirkus Tinganes, Í Skúrið, Gubbi og eg, Útsalg og Lítli Fuglur hevur hann sligið navnið hjá sær rimmarfast í føroyskum tónleiki.
Bólkurin Anfinn & Co. hevur ikki spælt við upprunaligu manningini í nógv, nógv ár, men á Summar Festivalinum gera teir comeback. Og stendur tað til oddamannin í bólkinum, skal tað vera eitt comeback við lít.
- Til ein tílíkan festival skal tað vera ferð á, og tí hava vit so at siga bert valt sangir av villara slagnum, sigur Anfinn Nielsen, sum heldur sína uppgávu á pallinum fyrst og fremst vera at seta lív í fjøldina.
Anfinn Nielsen hevur í meira enn 30 ár skrivað sangir, sum ein fyri og annar eftir er blivin eitt hitt í Føroyum. Nógvir av sangunum hjá honum hava ein lættan og skemtiligan tóna.
Anfinn Nielsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík og fór sum so mangur annar til skips longu sum 13 ára gamal. Umborð á skipum hevur hann skrivað nógvar av sínum sangum, og longu í 1972 yrkti hann sangin um Sundaberg, sum gekk burtur.
Í 1985 fekk bólkurin Science Fiction eitt risahitt við sanginum Í skúrið (sangurin um húkin), og hendan sangin hevði Anfinn Nielsen skrivað til bólkin.
Nakað seinni fór Anfinn sjálvur at geva tónleik út. Nú kallaði hann seg Anfinn & Co., og við góðari hjálp frá Karl Martin Samuelsen og øðrum góðum kreftum úr Hjarnum kom bandið Hví. Sangirnir av bandunum rungaðu kring alt landið, og bandið seldi óføra væl. Meira enn 5000 eintøk vóru seld, og tað er púra óhoyrt nú á døgum.
Nøkur ár seinni svaraði Anfinn sjálvur spurningum, og tá kom útgávan Tí. Í 1999 kom higartil seinasta útgávan hjá Anfinni, og hon kallast Betur seint enn álvara.