Anfinn tikin í eið

Anfinn Kallsberg undirskrivaði mikudagin, at hann sum fólkatingslimur fer at halda grundlógina

Marjun Dalsgaard
?????

Mikudagin varð politiska arbeiði á Christiansborg tikið upp aftur, og formaðurin fyri fólkatingið, Christian Mejdahl, hoyrdist aftur lesa upp uppskot til lógir og kunngerðir. Í fundarhølunum við síðuna av, stríddist Bendt Bendtsen við at fáa eina semju um 50 oyraði, sum hann í valrúsinum lovaði, at brúkarin skuldi sleppa undan. Men áðrenn alt hetta, skuldu allir nývaldir fólkatingslimir skrivað undir, at teir fara at halda grundlógina. Høgni Hoydal skrivaði undir í 2001, honum nýttist tí ikki at endurtaka lyftið, men Anfinn Kallsberg varð tikin í eið.