Nevndin í Føroya Reiðarafelag hevur í dag skipað seg við Anfinni Olsen sum formanni.
Ósemja tók seg upp í felagnum uppundir aðalfundin í 2011. Formaðurin fór frá og nevndin skipaði seg ikki av nýggjum. Á vári 2013 samdist nevndin um at fara undir eina tilgongd, ið skuldi menna Føroya Reiðarafelag av nýggjum. Ein liður í hesi tilgond var, at Herálvur Joensen varð settur sum stjóri fyri felagið 1. mai 2013. Fyri summarfrítíðina í ár gjørdist nevndin í Føroya Reiðarafelag fullmannað, tá ið Felagið Trolskip (partrolarar) valdi Anfinn Olsen í nevndina.
Í nevndini í Føroya Reiðarafelag eru:
Anfinn Olsen formaður, umboðandi partrolarar
Hanus Hansen næstformaður, umboðandi flakatrolarar
Tummas Henriksen, umboðandi lemmatrolarar
Jógvan Jespersen, umboðandi nótaskip
Dánjal Johansen, umboðandi ídnaðarskip
Hálvdan Gudmundsen, umboðandi línuskip
Gunnbjørn Joensen, umboðandi garnaskip
Johan Joensen, umboðandi rækjuskip
Føroya Reiðarafelag hevur sum endamál, “at savna allar føroyskar reiðarar til at útinna felags áhugamál, m.a. at gera sáttmálar við feløgini fyri manningar á føroyskum fiskiskipum, eins og á øðrum økjum at verja felags áhugamál limanna”.
Fiskivinnan hevur stórar avbjóðingar fyri framman og tí brynjar Føroya Reiðarafelag seg út til at røkja áhugamálini hjá reiðarum, m.a. í sambandi við komandi sáttmálatingingar. Verandi sáttmálar ganga út við ársenda. Eisini spurningar sum loyvistíð (2018), tilfeingisgjald og nógvu myndugleikakrøvini, ið verða sett manningini á føroyskum fiskiskipum, verða millum málini, sum felagið fer at taka upp komandi tíðina.
Føroya Reiðarafelag røkir áhugamálini hjá føroyskum reiðarum í nevndum og ráðum við tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin og føroyska fiskivinnu, m.a. í Trygdargrunni Fiskivinnunnar, ALS stýrinum, Fasta Gerðarrætti, Maritima Útbúgvingarráðnum, Fiskivnnuráðnum, Samstarvsráðnum og Sjóvinnuráðnum.