Annfinn Norðfoss er 49 ára gamal og havnarmaður. Hann lærdi til krambakall hjá Valdemar Lutzen í Havn. Eftir at hann varð útlærdur í 1973, arbeiddi hann eina tíð á heilsøluni hjá Karni Winther á Eystaru Bryggju. Har hitti hann Poul Michelsen, sum eisini arbeiddi har. Tá Poul byrjaði við síni egnu heilsølu í 1974, kom Anfinn at arbeiða hjá honum. Hann arbeiddi sum sølumaður hjá Poul Michelsen heilsølu til 2002. Seinasta árið hevur hann arbeitt sum sølumaður í Føroyum hjá donsku fyritøkuni Arctic Import.
Leygardagin 1. mars letur tógvhandilin upp aftur í somu hølum við nýggja eigaranum. Tógv verður selt í smá-og heilsølu. Heilsølan eitur nú Sp/f Spuni.