Anfinn Kallsberg flutti í árunm 1977-1982 912.000 krónur frá P/F Frostvirkinum til feløgini P/F Rivið og P/F Samogn ? bæði feløg, har hann sjálvur var stjóri og partaeigari. Hetta vísa skjøl, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Hóast Tórbjørn Jaocbsen, løgtings- og fólkatingsmaður Tjóðveldisfloksins á ólavsøku tók aftur skuldsetingarnar móti løgmanni, so hevur hann kortini gjørt greitt, at hann ikki hevur tikið aftur skuldsetingina um, at »løgmaður og Jørgen Niclasen ikki kenna mun á sínum og annara«.
Málið fekk nógva viðgerð í fjølmiðlunum fyri ólavsøku, og tað kom eisini fram, at Tórbjørn Jacobsen sipaði til júst hetta málið, sum snýr seg peningaflytingar millum Frostvirkið í Norðdepli, har Anfinn Kallsberg var bókhaldari og kassameistari, og feløgini Rivið og Samogn, har Anfinn Kallsberg sjálvur var stjóri og eigari.
Tað er ein kanning hjá Grannskoðarafelagnum Carl Vilhelm Weihe, sum staðfesti, at óregluligar pengingaflytingar vóru farnar fram.
Kanningin er gjørd í samband við uppsetan av roknskapi hjá P/F Frostvirkinum í 1982. Grannskoðarafelagið hevur kannað millumrokning við P/F Samogn og P/F Rivið fyri árini 1977-1982. Teir hava eisini kannað tey í roknskapinum uppførdu virði av goymslu.
? Henda kanning er farin fram á tann hátt, at Niels Dann West, sum tá var rakstrarleiðari á Frostvirkinum, fyrst hevur gjøgnumgingið skjalatilfarið hjá P/F Frostvirkinum, síðani hava vit gjøgnumgingið skjalatilfar hjá P/F Samogn og P/F Rivið. Úrslitið av hesi kanning er, at feilir hava verið í roknskapinum í status pr. 31.12.81, siga Carl Vilhelm Weihe og Árni Absalonsen, grannskoðarar í einum uppriti um málið, sum er dagfest 9. januar í 1984.
Pr. 31. desember í 1981 sær feilurin hjá Anfinni Kallsberg soleiðis út:
Goymsla sb. bókh. (fiskavørur)1.554.188,75
Skal vera....832.963,75
721.255,00
Goymsla pakn. v. m. sb. bókh.227.611,00
Skal vera107.371,00
120.240,00
P/F rivið sb. bókh.246.305,58
Skal vera543.751,34
-297.445,76
P/F Samogn sb. bókh.85.222,44
Skal vera699.960,04
-614.737,60
-70.718,36
Sostatt er feilurin, at Anfinn Kallsberg hevur flutt feløgunum, har hann sjálvur var stjóri og partaeigari, 912.183 krónur og 36 oyru, sum hann ikki átti at gjørt.
Í einum innslag í Degi og Viku, sum varð sent 26. mars í 1993, og sum sjónvarpið endursendi herfyri, sigur Anfinn Kallsberg, at hann sum bókhaldari hevur gjørt fleiri hundraðtúsund bókingar, og tí heldur hann tað ikki vera so løgið, um onkur bóking er komin skeivt fyri. Men tað sum spurningurin kann setast við er, hví hann sum bókhaldari hjá Frostvirkinum í eitt fimm ára skeið bara hevur tikið feil, tá hann hevur flutt pening skeivt til tey feløg, har hann sjálvur var stjóri?
Grannskoðarafelagið hjá Carl Vilhelm Weihe sigur í uppritinum, at teir hava lagt úrslitið av kanningini fyri Anfinn Kallsberg, sum gjøgnumgekk skjalatilfarið viðvíkjandi hesum feilum.
? Hann segði seg ikki duga at síggja annað enn, at hetta eru ting, sum mugu rættast, stendur í uppritinum.
Ein fundur verður hildin um málið hin 9. januar í 1984. Á hesum fundi eru Niels Pauli Danielsen, nevndarformaður í Frostvirkinum, Absalon í Buð, Anfinn Kallsberg, Carl Vilhelm Weihe og Árni Absalonsen.
Á hesum fundi verður semja gjørd um, at uppskotið til roknskap 1982 varð broytt sambært omanfyristandi, og at saldoin við P/F Samogn og P/F Rivið verður útlíknað á tann hátt, at Frostvirkið keypir tann laks, sum bátarnir hava landað seinast í 1983.
Um hetta ger tað neyðugt hjá bátunum at útvega fígging til hýrur og aðrar útreiðslur, so vil P/F Frostvirkið á nevndarfundi í 1984 viðgera, um virkið kann leggja út fyri bátarnar, so hvørt sum teir fiska, ímóti at bátarnir binda seg til at avreiða til Frostvirkið, tá túrurin er av.