JFK
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, sum er valdur løgtingsmaður í Norðoyggjum, heldur ikki, at sølan av partabrøvunum í JFK-samtakinum er farin fram sambært teimum leiðreglum, sum landsstýrið undan hesum setti sær fyri.
- Tað var Anfinn Kallsberg sum løgmaður, ið setti ófrávíkiligt krav um leiðreglur í undanfarnu samgongu. Nú skuldi skil fáast á hesi viðurskifti við gjøgnumskygni og almennum útboði av ognum, sum tað almenna eigur ella varðar av.
Karsten Hansen sigur seg tí undrast yvir úttalilsini hjá Anfinni, nú hann heldur tað vera í lagi, at Føroyagrunnurin, sum landsstýrið varðar av, hevur gjørt avtalu um sølu av partabrøvum í JFK-samtakinum uttan gjøgnumskygni og alment útboð.
- Vit í Tjóðveldisflokkinum halda ikki, at avtalan samsvarar við tær leiðrelgur, sum undanfarna landsstýrið gjørdi, og vit halda ikki, at ítøkiliga avtalan, sum fyriliggur, er í samsvar við tann politikk, sum settur er út í kortið fyri einskiljingum.
Tá ið vit hittu Karsten Hansen fyrrapartin í gjár, var hann uttanlands og hevði tí ikki havt møguleikar at fylgja við øllum tí, sum sagt og skrivað er í hesum máli.
- Men eg havi so fylgt málinum eftir førimuni, segði hann.
Karsten ásannar, at best hevði verið, um sølan av nevndu partabrøvum var farin fram sambært teimum leiðreglum, sum landsstýrið hevur sett sær fyri í slíkum málum.
Tvær síður
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin sigur, at hetta málið hevur tvær síður.
- Fyri lokalsamfelagið í Norðoyggjum er hetta ivaleyst ein góð loysn. Endamálið við Føroyagrunninum er at skapa virksemi í økinum, men sum løgtingsmaður og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri er eingin ivi um, at avtalan millum partarnar er ikki í samsvari við leiðreglurnar.
Karsten minnist aftur á tíðina, tá ið JKF-samtakið eins og Kósavirkið fór av knóranum, og Føroyagrunnurin so gott sum ongan pening átti til endurreisn av virkseminum.
- Eg var næstformaður í Klaksvíkar býráði um hetta mundið, og vit kallaðu allar góðar kreftir til fundar um, hvussu vit kundu bjargað virkseminum á føtur aftur og tað eydnaðist tíbetur við góðari hjálp, sigur hann.
Norðoyatingmaðurin vísir á, at tað, sum kanska kann "forsvara" ítøkiliga málið í ein ávísan mun, er, at ognirnar, sum Føroyagrunnurin eigur í dag, eru skaptar í Norðoyggjum.
- Men tað forsvarar so heldur ikki, at politisku leiðreglurnar ikki eru fylgdar.
Spurningurin
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin heldur, at spurningurin, sum landsstýri og løgting nú mugu seta sær, er, um vit framhaldandi skulu hava hesar grunnar, sum eru suverenir ella um vit skulu hava eina aðra skipan.
- Hóast Føroyagrunnurin og Framtaksgrunnurin verða tiknir av, kemur eingin peningur aftur í landskassan, tí hetta eru vinnurekandi grunnar, har møguligar ognir fara til vælgerandi endamál og ikki aftur til innskjótaran.
Karsten Hansen sigur, at støðan við Fíggingargrunninum og Føroya Banka er ein onnur; her er ein "klausulur" á, sum sigur, at avlopið aftur í landskassan.
- Vit eiga at gera støðuna upp, hvat vit ætla við hesum grunnum í framtíðini, sigur fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin.









