Veljarakanning
Vit ringdu til Anfinn Kallsberg, formann í Fólkaflokkinum, og hann var greiður í síni talu. “Fólkaflokkurin plagar altíð at standa seg verri í veljarakanningum enn í einum veruligum valið. Tískil haldi eg hetta verða eitt fínt úrslit hjá Fólkaflokkinum.
-Eg havi ikki nakra viðmerking sum so. Talan er um ein veljarakanning, og hon skal sjálvsagt takast við fyrivarni. Men Fólkaflokkurin hevur ofta fingið sera vánalig úrslit til veljarakanningar, men tá valið so stendur fyri framman, plagar úrslitið altíð at tekna eina øðrvísi mynd. Vit hava sitið í samgongu í nógv ár, og vitnar hetta um, at Fólkaflokkurin plagar at standa sterkur til val.
-Eg dugi ikki at siga, hví vit plaga at fáa so sløk úrslit til veljarakanningar, men tað er bara ein roynd, sum vit hava gjørt okkum, sigur Anfinn Kallsberg at enda.