Politikkur
Tað var løgmaður sjálvur, sum byrjaði tíðindabrævatrætuni í landsstýrinum, við at senda út eitt tíðindaskriv fríggjadagin, har hann hartaði teir báðar, Høgna Hoydal og Karsten Hansen.
Tíðindaskrivið er grundað á útsagnir frá áður nevndu landsstýrimonnum í íslendskum og føroyskum fjølmiðlum.
Tað er einamest útsagnirnar frá teimum báðum viðvíkjandi fýra ára skiftistíðini, ið hava vakt ans hjá løgmanni.
Hann sigur í tíðindaskrivinum, at úttalilsini eru í andsøgn við politikk samgongunnar mótvegis Nyrup-stjórnini, samgongusemjuna, løgtingssamtyktina um sjálvstýri og sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks og ta felagsfráboðan, løgmaður og forsætismálaráðharrin undirritaðu í síðstu viku, og sum allir flokkar á tingi hava tikið undir við.
Hann undirstrikar harafturat, at samgongan heldur seg til løgtingssamtyktina, sum byggir á 12-15 ára búskaparliga tillaging ella ta tíð, sum tað eru búskaparliga forsvarligt at laga búskapin til føroyskt sjálvsstýri.
Burturvið
Síðani Løgmaður sendi út sítt tíðindaskriv fríggjadagin, hava sum áður nevnt Karsten Hansen og Høgni Hoydal svarað aftur. Í teirra felagstíðindaskrivið verður m.a. sagt, at løgmaður nýtir sítt embætið til at reka partapolitikk.
Hetta heldur Løgmaður vera púrasta burturvið.
?Eg úttali meg sum samgonguleiðari og ikki sum fólkafloksmaður. Tað vera óivað eisini onnur sum fara at úttala seg vegna Fólkaflokkin, men tað er ikki eg í hesum førinum, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sigur, at tað ikki er nakar politiskur dekningur fyri tí, ið teir báðir, Karsten og Høgni, siga við fjølmiðlar.
Hann tekur tó stríðið so mikið róliga, at hann nevnir, at ósemjur eru vanligar í politikki, og hetta er heldur ikki so undarligt, heldur hann.
Hann er tó alt annað enn fegin um útspælini frá Karsten og Høgna, í fjølmiðlunum og í teirra felagstíðindaskrivi.
?Hetta skapar ótryggleika í samgonguni. Tí tað kemur ongantíð upp á tal, at vit fara at fáa eina fýra ára skiftistíð - í øllum førum ikki við mær sum samgonguleiðara, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann kendi tað vera neyðugt at úttala seg um hetta alment í fjølmiðlunum, heldur enn at tosa við teir báðir innanhýsir. Hetta er heldur ikki at samgongumál, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann heldur, at samstarvið hevur riggað væl í samgonguni, men hann heldur, at hann útspælið frá Karsten og Høgna má vera at rokna sum valupplegg.
Tá hann verður spurdur um hetta er eitt høvdingastríð í samgonguni, sigur hann, at tað í øllum førum er onkur, sum roynir at sleppa upp á brúgna, sum ikki longu er har.
Anfinn Kallsberg veit ikki at siga, hvussu verður víðari við hesum málinum.