Anfinn Kallsberg: Føroyar skulu vera 32 valdømi

Royndasti politikarin í Føroyum er ímóti at gera Føroyar til eitt valdømi. Tvørturímóti heldur hann, at Føroyar skulu vera 32 valdømi

Føroyar skulu ikki vera eitt valdømi. Tvørturímóti skulu vit hava 32 valdømi í Føroyum.

Tað heldur okkara royndasti politikari, Anfinn Kallsberg.

Ongin føroyskur politikari hevur havt so nógv politisk álitisstørv, sum fólkafloksmaðurin av Viðareiði og vit hava spurt hann, hvat hann heldur um ætlanina at gera Føroyar til eitt valdømi.

Og í hesum sambandi gongur hann beint ímóti streyminum, tí hann heldur, at besta loysnin er at gera eitt valdømi til hvønn tinglim.

Sum tingmannatalið er nú, skulu tað sostatt vera 32 valdømi í Føroyum.

- Tað, sum er umráðandi fyri meg, er, at fólkaræðið kemur so nær borgarunum sum gjørligt og at tann førdi politikkurin verður í samsvari við tað, sum fólk velja.

- Og skipa vit Føroyar í einmans-valdømi fáa vit ein nógv ruddiligari politikk, sigur Anfinn Kallsberg.

Tað heldur hann ikki, at vit hava í dag.


Kenna seg ikki aftur

- Sum støðan er nú, fara allir flokkar til val við hvør sínari valskrá. Tá ið valið er av, fara einir tríggir ella fýra flokkar í samgongu, har teir allir mugu geva og taka.

- Tað merkir, at vit fáa ein politikk, sum er ein neyðsemja ímillum politikkin hjá trimum ella fýra flokkum og sum sostatt ikki er ein politikkur, sum flokkarnir hvør sær, kunnu kennast við.

- Men tað merkir eisini, politikkurin, sum hvør einstakur flokkur førir í eini samgongu, er langt burtur frá teimum sjónarmiðjum, sum veljarin atkvøddi fyri og tí kennir veljarin seg ofta ikki aftur í tí politikki, sum flokkur hansara førir í eini samgongu.

- Sum støðan er nú, veit veljarin í veruleikanum ikki, hvat hann fær, tá ið hann hevur valt ein flokk, tí kemur flokkurin í samgongu, má hann gera so nógvar neyðsemjur, at politikkurin hjá flokkinum er ikki at kenna aftur, tí samgongan má føra ein politikk, sum er ein samanvavstur av trimum ella fýra flokkum í eini samgongu.

Samstundis verður andstøðan skúgvað til viks og fær at kalla onga ávirkan.


Vinnarin fer við øllum

- Skipa vit Føroyar í einmans valdømi, fáa vit eina skipan, sum líkist teirri ensku skipanini, har tann flokkur, sum vinnur valið, eisini fær stjórnarvaldið og fær ført sín egna politikk og tað er tann politikkur, sum fekk veljaran at velja flokkinum.

- Tá ið val verður aftur, kann veljarin so gera støðuna upp við seg sjálvan um hann skal velja flokkin aftur, ella royna okkurt annað.

- Tá kann veljarin gera av, um hesin ávísi flokkurin hevur ført ein politikk, sum kann góðtakast og um hann tí skal veljast aftur, ella um onkur annar skal sleppa framat við einum nýggjum politikki.

Anfinn Kallsberg viðgongur kortini, at hetta er eitt sjónarmið, sum hann stendur rættiliga einsamallur við.

- Men sum skipanin er nú, hava vit eina skipan, har tað ofta er rættiliga langt frá tí, sum veljarin vil hava og til tann politikk, sum verður førdur, tí ein samgonga noyðist at laga seg til allar tær neyðsemjur, sum eitt politiskt samstarv tvørturum flokksmørk ber í sær, sigur Anfinn Kallsberg.

- So kunnu vit altíð spyrja, hvat gagnar fólkaræðinum best, leggur hann afturat.