Útvarpið visti í gjárkvøldið at siga, at tú hevði havt samrøðu við Annlis Bjarkhamar um starvsetanina av landsantikvari, áðrenn avgerðin var almannakunngjørd.
Síðani er eisini komið fram millum manna, at tú legði trýst á Annlis Bjarkhamar um at seta Símun V. Arge heldur enn Steffen Stumman Hansen.
Skyldast hesin atburður, at tú hevði aðrar enn sakligar orsøkir? At tú vart inhabilur? (ógegnigur)
Systursonur tín sat í setanarnevndini og var við til at innstilla Símun, og bæði systir tín og systursonurin starvast saman við Símuni á Forminnasavninum.
Er hetta ikki vert at hugsa um - nú tú so bráðræsin fer inn í málið?