Anfinn Kallsberg:?Als ikki nøktandi úrslit

Anfinn Kallsberg er ikki nøgdur við teirra part í veljarakanningini. Úrslitið skylast teirri støðugu polarisering. Hann væntar tó meiri valdømisvaldar enn kanningin vísir

Veljarakanning

?Sær ikki gott út.
Hetta vóru fyrstu orðini frá Anfinni Kallsberg, løgmanni, tá vit ringdu hann upp fríggjamorgunin eftir viðmerkingum til veljarakanningina, ið Sosialurin í samtarvi við portal.fo hevur latið gjørt.
Kanningin gevur Fólkaflokkin seks tingmenn. Harav eru teir bert tríggir, ið eru valdømisvaldir móti teimum átta nú. Í Norðoyggjum, Norður Streymoy, Suður Streymoy, Vágum og á Sandoynni stendur Fólkaflokkin til eitt missa ein valdømisvaldan.
Hesum úrslitinum er Anfinn Kallsberg ikki nøgdur. Hann trýr heldur ikki, at støðan verður soleiðis, tá valið er avgreitt.
Samlað fær Fólkaflokkurin 18,7% í veljarakanningini, og hetta er frægari enn onkur onnur veljarakanning hevur givið Fólkaflokkinum.
?Hetta er als ikki nøktandi. Eg meti, at polariseringin er fremsta orsøkin til, at støðan er sum hon er. Hendan polariseringin kann bara ikki brúkast til nakað, tá ið tað kemur til politikkin, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður sigur seg vænta, at hansara flokkur fær fimm valdømisvaldar kanska fleiri enn. Hann heldur harumframt, at Fólkaflokkurin altíð fær eitt tílíkt úrslit í veljarakanningunum, men hann er framvegis ikki nøgdur.
?Tað er ringt at siga, hvat tað er, sum ger, at vit fáa so mikið lítið. Tað eru eisini tað smáu marginalarnir, ið gera seg galdandi í veljarakanningi, og vit kundu kanska havt fingið sjey og Sambandsflokkurin átta, og hetta vildi broytt munandi upp á støðuna, sigur Anfinn Kallsberg.
Í hansara egna valdømi, Norðoyggjum stendur verri til nú enn við løgtingsvalið seinast, um vit meta eftir veljarakanningini. Veljarakanningin hevur tikið hvørt valdømi sær. í Norðoyggjum eigur Fólkaflokkurin í løtuni tveir valdømisvaldar tingmenn, Anfinn Kallsberg og Jógvan við Keldu. Veljarakanningin gevur tó Fólkaflokkinum bert tann eina mannin har við 27,7%. Sambandsflokkurin fær 17,4%, og hetta gevur teimum ein valdømisvaldan tingmann.
?Vit plaga at liggja um 29% í Norðoyggjum til løgtingsval, og eg rokni eisini við, at hetta fer at hækka til hetta støðið aftur, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann heldur ikki, at teir hava gjørt ov lítið við hetta valdømið.
Til veljarakanningina sum heild sigur Anfinn Kallsberg, at hann ikki trýr uppá, at Sambandsflokkurin fær níggju tingmenn, men hann vil ikki undirmeta styrkina hjá Sambansdsflokkinum.
Anfinn Kallsberg vil ikki gera aðra viðmerking til samgongumøguleikar enn, at teir vilja hyggja at hesum, tá valúrslitið er greitt.
?Vit halda á við sama boðskapi og somu ætlan, ljóðar tað frá Anfinni Kallsberg.
Sambært hesari seinastu veljarakanningini kunnu sitandi samgongufelagar Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ikki einsamallir skipa samgongu.