Løgmaður hevur handilsútbúgving, og hann hevur fyrr starvast hjá J. F. Kjølbro, tað var frá 1964 til 74. Hann var bókhaldari frá 1968-74, og síðani juli 1974 hevur hann havt sjálvstøðugt bókhaldsvirki.
Anfinn Kallsberg varð valdur á ting í 1980. Hetta var tá gamli formaður Fólkafloksins, Hákun Djurhuus, ikki stillaði uppaftur, og Fólkaflokkurin mátti hava onkran at lyfta arvin, tí Hákun hevði røkt Norðoya valdømi fyri Fólkaflokkin síðani 1946.
Tað má sigast, at Anfinn Kallsberg rættuliga fekk fótin fastan í Norðoya valdømi, tí hann er afturvaldur fimm ferðir siðani 1980, og hevur hann sitið ósvikaliga tryggur í sessinum ? og fleiri ferðir hevur hann fingið mann valdan afturat sær.
Anfinn Kallsberg hevur fleiri ferðir verið landsstýrismaður, fyrstu ferð í 1983, tá hann tók við sætinum, tá Olaf Olsen legði frá sær í landsstýrinum hjá Paula Ellefsen. Tá umsat Anfinn fiskivinnu- og handilsmál. Hann tók viðaftur í 1989 ? eisini tá Olaf Olsen legði frá sær, hesaferð fekk hann fiskivinnuna at umsita. Hendan samgongan fekk kortini ikki so langt lív lagað, tí val varð skrivað út at verða 17. november 1990. Tá vann Javnaðarflokkurin valið, og skipaðu Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin ta fyrstu tvíflokkasamgonguna siðani 1954. Anfinn Kallsberg gjørdist tá løgtingsformaður.
Tá Javnaðarflokkurin í 1996 segði seg úr samgonguni hjá Edmundi Joensen, vóru aftur boð eftir Fólkaflokkinum. Tá fekk Anfinn Kallsberg aftur sæti í Tinganesi sum fíggjarmálaráðharri, hóast fleiri tá høvdu roknað við, at Edmund Joensen fór at skriva út nýval. Taktikari er Anfinn, tað má sigast, tí hann hevur sitið ósvikaliga tryggur í Tinganesi síðani ? seinastu hálvtfimta árið sum løgmaður.
Anfinn Kallsberg gjørdist formaður Fólkafloksins, tá Jógvan Sundstein legði frá sær í 1994. Hann er triði løgmaður úr Fólkaflokkinum og tann av teimum, sum hevur sitið longst. Hinir vóru Hákun Djurhuus (1963-67) og Jógvan Sundstein (1989-91).
Av politiskum álitisstørvum annars kunnu vit nevna, at hann hevur verið limur í Norðurlandaráðnum og í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Hann var eisini bygdarráðsformaður á Viðareiði frá 1974-1980