Fótbóltur
Anfinn Danielsen skal vera ungdómsvenjari hjá KÍ komandi fýra árini.
Hetta er greitt, eftir at fótbóltsfelagið í Klaksvík hevur gjørt langtíðarsáttmála við Anfinn.
Anfinn Danielsen hevur seinnu árin virka sum ungdómsvenjari í Klaksvík, og hetta hevur KÍ verið so væl nøgt við, at felagð vil halda Anfinn í felagnum komandi árini.
Tað er ikki vanligt, at fótbóltsfeløg í Føroyum gera so langar sáttmálar við venjarar í felagnum, men KÍ og Anfinn eru á einum máli um at halda fram við samstarvinum.
Anfinn Danielsen hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur fyrst og fremst virka sum ungdónsvenjari ? nógv ár í B36 ? men hann hevur eisini verið venjari hjá teimum vaksnu.