Anfinn avsannar skerjing

Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, varð í Degi & Viku hósdagin spurdur um skerjingarnar á Fróðskaparsetrinum. Anfinn Kallsberg svaraði soleiðs:

»Eg haldi slett ikki at vit halda aftur í Fróðskaparsetrinum. Tvørturímóti. Eg haldi nemliga tað, at vit hava fulla ferð á, kanska í so nógva ferð á, eftir tí búskaparligu útlitunum, vit hava í løtuni. Ein 26 prosents vøkstur á aktivitetinum har úti, tað er jú eindømi á fíggjarlógini. Desverri er tað nú soleiðs, at hetta verður vent til at tað er ein skerjing á Fróðskaparsetrinum. Tað er tað nú als ikki, tí teir fáa hóast alt næstan 5 milliónir krónur meira til at gera gott við í 2009, í mun til tað teir hava gjørt í 2008. Og tí skilji eg slett ikki henda pástandin um, at verandi virksemi skal skerjast á Fróðskaparsetrinum.«

Tá sjónvarpsverturin í Degi & Viku hjá Kringvarpinum spyr, um tað ikki er rætt, at tað, tey ætla, verður skert, svarar Anfinn Kallsberg soleiðs:

»Okey, tað, sum man ætlaði, ja, men eg gangi út frá at tit í sjónvarpinum eisini hava skert nakað virksemi í mun til tær ætlanir, tit hava. Tað verður ein og hvør stovnur í hesum landi noyddur til í hesum døgum.«


- RN