Anfinn & Co og Karl Martin Samuelsen Band fara á pall í høllini í Trongisvági 2. jólakvøld. 2. jólakvøld fara teir baðir Anfinn og Karl Martin, og teirra kompaní, at spæla til dans á Tvøroyri.
Bólkurin er nærum tann sami, sum hevði eitt brak av eini frammførðslu á summarfestiválinum í ár,
so roknast skal við einum lívligum kvøldi.
- Tað er altið stuttligt at spæla í Suðuroynni,gott og festligt puplikum,so okkara partur skal ikki liggja eftir, til at faa eitt Super kvøld, sigur Anfinn Nielsen.