Anelka verður leikandi venjari

Nú fer franski Nicholas Anelka at royna nýggjar avbjóðingar í fótbóltsheiminum

Franski Nicholas Anelka er vorðin 36 ára gamal. Tískil hevur hann ikki nógva tíð eftir á sjálvum fótbóltsvøllinum, men nú fer franski framherjin at brynja seg til eina framtíð uttanfyri fótbóltsvøllin.

 

Nú er nevniliga greitt, at í heyst skal Anelka til India at spæla fótbólt og vera venjari í senn. Mumbai City, eitt indiskt fótbóltsfelag, hevur kunngjørt, at Anelka verður leikandi venjari hjá felagnum.

 

Anelka spældi eisini við Mumbai City í fjør, har hann skoraði tvey mál í sjey dystum. Ta ferðina var hann tó ikki venjari, men tað verður broytt hesaferð.