Andy skal spæla við KÍ

Andy Olsen fer næsta kappingarár at spæla við KÍ. Tað boðar Klaksvíkar Ítróttarfelag í kvøld frá á heimasíðu síni.

 

26 ára gamli framrættaði søldfirðingurin spældi fyrstu árini í NSÍ, og seinastu árini hevur hann verið í Fuglafirði.

 

Andy Olsen hevur fyri tað nógva verið síðuspælari í vinstru, og hann hevur áður víst gott máltev.

 

Tíðliga í ár varð hann skaddur, og tí var tað ikki fyrr enn fram ímóti kappingarenda, at hann aftur var á ÍF liðnum.

 

KÍ boðaði á árvsveitsluni næstsíðsta leygarkvøld frá, at álopsspælarin Páll Klettskarð, sum hevur verið í Víkingi, nú flytir aftur til KÍ, sum hann er uppvaksin í, og nú styrkja klaksvíkingar seg við Andy Olsen.

 

KÍ heimasíðan veit samstundis at siga, at Monrad Holm Jacobsen, sum eftir summarsteðgin var vongverji í høgru, nú flytir aftur til barndómsfelagið NSÍ.