Síðani fríggjakvøldið hava fleiri leysasøgur verið um framtíðina hjá Andy Olsen í NSÍ. Hann bleiv útskiftur longu aftaná 31 minuttir í 3-0 tapinum fyri Víking og rýmdi í øðini.
Les eisini: (Video) Samandráttur frá dystinum
Leygardagin vandi besta liðið hjá NSÍ, men ongin Andy var at síggja. Fleiri leysasøgur vildu verða við, at Andy Olsen hevði biðið um at blíva loystur úr sáttmálanum við NSÍ.
Les eisini: (Video) Eftirmeting frá dystinum - var í ordan at skifta Andy út?
- Andy var sjálvandi vónbrotin aftaná dystin og fekk frí frá venjing leygardagin. Eg havi eisini hoyrt hasar søgurnar, men tær kenni eg einki til. Vit hava tosað við Andy og alt er í rættlag. Hann venur við hinum í kvøld, sigur Eyðstein Skipanes við in.fo í dag.
Les eisini: (Ljóðsamrøða) Trygvi: Kundi verið onkur annar enn Andy
Sosialurin hevur tosað við Andy Olsen, men hann hevur onga viðmerking. Andy Olsen hevur verið við frá byrjan allar átta dystirnar í landskappingini. Hann hevur fyrr spælt við millum annað ÍF og KÍ.










