Andy Murray vann OL finaluna á Roger Federer

So eydnaðist tað um síður Andy Murray at vinna eina stóra tenniskapping. Hann hevur fleiri ferðir verið í grand slam finalum, men tað hevur ongantíð eydnast honum at vinna. Í dag gjørdist bretin OL vinnari, tá hann vann á Roger Federer.

 

Andy Murray vann í trimum settum, 6-2, 6-1 og 6-4. Hann var greitt omaná í tveimum teimum fyrstu settinum, men í triðja setti gav Roger Federer skotanum meiri mótstøðu. Tað endaði tó við, at Andy Murray vann 6-4 og harvið OL gull. Andy Murray er eisini í finaluni í blandaðum tvímansleiki saman við Laura Robson. Tann finalan verður seinni í dag.

 

Hetta er fyrsta OL gullheiðursmerki í tennis hjá Bretlandi síðani 1908.