Andy missir alt árið

– Um væl vil til, fái eg kanska teir síðstu fimm dystirnar við hetta kappingarárið, sigur Andy Olsen í ÍF, sum leygardagin var so óheppin at slíta hælsinuna

Synd er at siga, at 26 ára gamli søldfirðingurin, Andy Olsen, fekk nakra serligan byrjan hetta kapp­ingarárið, tí tá ÍF leygardagin spældi ímóti EB/Streymi í Eystur­oyar­kapp­ingini, fekk hann ein skaða, ið fer at kosta honum tað mesta av hesum kappingarárinum.
– Eg stóð einsamallur úti í síðuni, tá eg so bakkaði eitt sindur, og tá hoyrdi eg ein brest. Eg mátti hyggja aftur um meg, tí eg ivaðist ikki í, at her var okkurt heilt galið, greiðir Andy frá hendingini, tá hann fekk skaðan.
– Ta einu løtuna hugsaði eg, at bara tað ikki var onkur, ið hevði skotið eftir mær, og eg bleiv sera kløkkur av hesum.
Hann fekk ikki staðið á beinunum og bleiv kannaður beinanvegin, og tað vísti seg, at hann hevði slitið hælsinuna. Hetta er ein av teim­um keðiligu og tíðarkrevjandi skað­unum, sum í fyrsta lagi krevur skurð­viðgerð og síðani eina drúgva upp­venjingartíð.

Má binda frið
– Mánadagin var eg lagdur undir skurð og tað gekk tíbetur væl í all­ar mátar. Men útlitini eru einki serlig, tí hetta merkir, at eg noyðist at binda frið í fleiri mánaðir, sigur Andy, sum eftir skurðviðgerðina hevur fingið beinið lagt í gips.
– Um væl vil til, fái eg kanska teir síðstu fimm dystirnar við hetta kappingarárið. Tað var ikki tað, eg ætlaði í ár, tí tað sær so spenn­andi út hjá ÍF, at eg heldur enn fegin vildi verið við so nógv sum møgu­ligt. Men nú má eg finna meg í, at mín stuðul bara kann vera frá áskoðara­pláss­unum.
Andy Olsen hevur fingið sín fót­bóltsuppvøkstur í NSÍ, men hevur síðani á sumri í 2008 spælt við ÍF, og har er hann fallin sera væl til. Andy er hálvur fuglfirðingur, so tað kendist av tí sama heldur ikki so fremmant at skifta frá NSÍ til ÍF, og hann hevur eisini havt trý góð kappingarár í Fuglafirði.
– At sita við beininum í gipsi er ikki akkurát nakað fyri meg, tí eg havi ongantíð havt nakað ser­ligt av skaðum frá fótbóltinum. Hetta er mín fyrsti álvarsligi skaði nakr­antíð, og eg havi ongantíð havt meira at drigist við, enn at tað hev­ur kostað mær ein dyst. Eg havi ongan­tíð verið so mikið skaddur fyrr, at eg havi mist tveir dystir, sigur hann.
ÍF styrkir seg
At Andy kemur at sita uttanfyri mest­sum alt hetta kappingarárið, kem­ur sjálvandi eisini illa við hjá ÍF, tí Andy hevur verið ein av teimum, ið hevur roynst væl og enntá skotið heilt fitt av málum. Men sambært heimasíðuna hjá ÍF er sáttmáli gjørdur við ein nigerianskan álops­spælara, sum kanska skal royna at fylla tómrúmið eftir Andy.
Talan er um 23 ára gamla Christian Muomaife, ið tey rópa Chris, sum hevur spælt í donskum fót­bólti í eini fimm ár. Millum ann­að hevur hann spælt 81 dystir og skotið 17 mál fyri Viborg FF, um­framt at hann hevur verið út­leigaður til Hobro í fjør, har hann tó ikki fekk so nógv burturúr, tí hann var skaddur meginpartin av tíðini.
Nigerianski álopsspælarin var og royndarvandi í Fuglafirði í februar, og tá vísti hann so mikið, at ÍF nú hevur gjørt sáttmála við hann fyri kappingarárið 2011.