Andy Johnson kom ífjør úr Crystal Palace til Everton. Ífjør var á eini góðari leið hjá honum. Johnson fekk 12 mál í sínum fyrsta ári fyri Everton. Hetta kappingarárið hevur tó ikki hilnast so væl. Bert tað eina málið er tað blivið til higartil í ár. Men Everton-leiðslan trýr uppá evnini hjá Johnson, og hava partarnir skrivað undir ein 5-ára sáttmála. ?Vit eru ovurfegin. Hetta eru góð tíðindi fyri øll Everton-viðhaldsfólk. Vit royna at fáa teir bestu leikarnir at verða verðandi á Goodison Park. Vit satsa stórt uppá framtíðina, og Andy Johnson er partur av verkætlan okkara.? sigur formaðurin í Everton; Bill Kenwright.










