Andy hevur avgjørt í Runavík

Runavíkingar halda fast í oddinum. Nú fáir minuttir eru eftir av dystinum móti KÍ hevur Andy Olsen økt til 3-1, og tí er lítil ivi um, at runavíkingar kunnu seta sær trý stig á kontina eftir dystin.