Tað elvdi til stórar yvirskriftir í Onglandi í gjár, tá West Ham venjarin, Slaven Bilic, boðaði frá, at stóra stjørnan á liðnum hjá West Ham, Dimitri Payet, nú noktar at spæla fyri London-felagið. Hann trívist ikki í felagnum, og vil sleppa at skifta til annað felag.
West Ham skuldi so í dag royna at svara franska landsliðsleikaranum aftur á vøllinum, tá teir á heimavølli spældu grannauppgerð ímóti Crystal Palace.
Og tað eydnaðist av álvara. West Ham gjørdi ikki mætari enn at vinna ein sannførandi 3-0 sigur á heimavølli, har serliga tað eina málið var framúr vakurt. Tað málið kom gott og væl 10 minuttir fyri leiklok, tá Andy Carroll saksasparkaði eitt innlegg úr vinstru síðu beinleiðis í málið, uttan møguleika hjá Crystal Palace málverjanum.
Av øðrum dystum hevur Arsenal spælt á útivølli móti botnproppinum Swansea. Har vann Arsenal sum væntað. Endaliga úrslitið av tí dystinum gjørdist ein 4-0 sigur til Arsenal.
Úrslitini í Premier League í dag:
Tottenham – West Bromwich 4-0
Burnley – Southampton 1-0
Hull – Bournemouth 3-1
Sunderland – Stoke 1-3
Swansea – Arsenal 0-4
Watford – Middlesborough 0-0
West Ham – Crystal Palace 3-0