Andstøðan skal royna fyrst

Aksel V. Johannesen ætlar sær at royna at skipa samgongu við hinum andstøðuflokkunum fyrst.

Í formansumfarinum eftir valúrslitið var greitt, segði Aksel V. Johannesen, at hann fyrst fór at royna at skipa samgongu saman við flokkunum, sum hava sitið í andstøðu saman, áðrenn hann hyggur aðrastaðni.

 

Tað er tí líkt til, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri fara at seta seg saman at tosa um samgongu í morgin.

 

Teir fýra flokkarnir vunnu tilsamans 19 tinglimir, meðan sitandi samgonga vann 14 limir.