Sambært andstøðuni í Zimbabwe er leiðari hennara, Morgan Tsvangiri, lagdur inn á sjúkrahús við løstum, sum hann fekk, meðan hann varð í varðhaldi hjá løgregluni. Morgan Tsvangirai og fleiri av næstu monnum hansara vórðu tiknir í gjár, tá teir vóru í ferð við at halda bønarfund í høvuðsstaðnum Harare.
Í dag sigur andstøðan, at Morgan Tsvangirai er fluttur á eitt sjúkrahús, tí at fýra løgreglumenn høvdu bukað hann í varðhaldinum. Aðrir fangar hava greitt frá, at andstøðuleiðarin varð illa viðferin.
Forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, segði í dag, at hann umhugsar at stilla uppaftur næsta ár. Mugabe er 83 ára gamal og hevur stýrt Zimbabwe síðani 1980. Tá var landið eitt tað ríkasta í Afrika, men í dag liggur búskapurin í sori.










