Í felags fráboðan seinnapartin gera Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin greitt, at flokkarnir taka ikki undir við eftirlønarlógini, ið landsstýrið hevur borið í løgtingið.
Andstøðuflokkarnir leggja samgonguna undir at hava gjørt pensjónsnýskipanina til eina 15 prosent flatskattahækking. Í felags yvirlýsing vísir andstøðan millum annað á, at higartil hava andstøðuflokkarnir luttikið í pensjónsarbeiðinum í teirri vón at kunna ávirka og finna breiða semju um eina støðuga og framtíðartryggjaða pensjónsnýskipan.
- Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ikki gingið andstøðuflokkunum á møti yvirhøvur. Hinvegin hevur hann tvíhildið um einans at viðgera tann partin av arbeiðinum, sum snýr seg um tvungna persónliga uppsparing á 15 prosent frá hvørjum borgara.
Andstøðan heldur hinvegin, at alneyðugt er at viðgera allar tættir í nýskipanini í síni heild, og senda samlaða lógaruppskotið um pensjónsnýskipan til hoyringar. Undir viðgerðini í arbeiðsbólkinum hava andstøðuflokkarnir uppí saman víst á, at ein pensjónsnýskipan fevnir um tríggjar súlur:
- fólkapensjónina
- Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
- persónligu uppsparingina
- Tí bert um hesir partar verða viðgjørdir saman, ber til at taka støðu til samlaðu pensjónsnýskipanina og ymsu lógaruppskotini, ið eru tengd av henni.
Men sum sagt hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki gingið ynskjunum frá andstøðuni á møti higartil.
Verður hildið áfram við hesum arbeiðshátti í pensjónsnýskipanararbeiðinum verður úrslitið, at samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Sjálvsstýrisflokkin og Miðflokkin seta eina pensjónsskipan í verk, sum breið politisk undirtøka ikki er fyri, og sum tí hvørki er støðug ella framtíðartryggjað.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mæla Løgtinginum frá at samtykkja lógaruppskotið, ið nú er lagt fyri Løgtingið. Tí hetta vil bara skapa enn størri ótryggleika á føroyska pensjónsmarknaðinum, og eftir standa ein hópur av ósvaraðum og óviðgjørdum spurningum, siga flokkarnir í felags yvirlýsing.










