Eftir seinna umfar av tjóðartingsvalinum í Litava, sum var í gjár, er greitt, at landið fær nýggja stjórn við sosialdemokratiska floksformanninum, Algirdas Butkeviciu (myndin), sum forsætisráðharra.
141 fólk manna tjóðartingið í Litava, og í tí nývalda tinginum hava sosialdemokratarnir, verkamannaflokkurin og ein stuðulsflokkur teirra 79 umboð og sostatt tryggan meiriluta.
Algirdas Butkevicius segði í gjárkvøldið, at teir tríggir flokkarnir eru samdir um politikkin tey næstu árini. Undir valstríðnum hava flokkarnir millum annað lovað at hækka minstulønina og at krevja meiri skatt frá teimum háløntu.









