Andstøðan størri undirtøku millum veljararnar enn stjórnin

Í Danmark, Noregi og Svøríki vísa meiningakanningar, at andstøðan hevur størri undirtøku millum veljararnar, enn stjórnarflokkarnir hava

Hevði fólkatingsval verið í Danmark í dag, hevði stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt fallið við eitt brak, og Lars Løkke Rasmussen hevði komið aftur í forsætismálaráðið.

Líka síðani beint aftan á valið í september í fjør hava meiningakanningar víst, at stjórnin og stuðulsflokkurin Eindarlistin eru í minniluta millum veljararnar, og ein nýggj kanning vísir, at støðan er einki broytt.

Eftir teirri seinastu kanningini høvdu Sosialdemokratarnir, SF, Tey Radikalu og Eindarlistin fingið tilsamans 79 umboð á Fólkating, um val hevði verið nú. Harafturímóti høvdu andstøðuflokkarnir Vinstri, Danski Fólkaflokkurin, Tey Konservativu og Liberal Alliance fingið 96 tinglimir og sostatt ein greiðan meiriluta til at skipa stjórn uttan hjálp úr Føroyum ella Grønlandi.


Erna fyri Jens
Í Danmark hevði ein maður sostatt loyst eina kvinnu av sum stjórnarleiðari, men í Noregi hevði tað verið øvugt. Eisini har hava meiningakanningar leingi víst, at stjórnin er í minniluta millum veljararnar, og sambært einari nýggjari kanning høvdu tveir av andstøðuflokkunum fingið so nógvar atkvøður nú, at teir høvdu megnað at skipa stjórn einsamallir.
Kanningin vísir, at Høgri og Framburðsflokkurin høvdu fingið 50,7 prosent av atkvøðunum, og eitt tílíkt úrslit hevði givið flokkunum 93 stórtingssessir. Flokkarnir, sum mynda verandi stjórnarsamgongu, høvdu bara fingið 38,2 prosent og 65 tinglimir.

Næsta ár er stórtingsval í Noregi, og verður úrslitið, sum kanningin vísir, fer Høgra-forkvinnan Erna Solberg í forsætismálaráðið at loysa Jens Stoltenberg av.


Löfven hevur gjørt mun
Í Svøríki er tað líkt til, at sosialdemokratiski flokkurin gjørdi tað rætta, tá flokkurin fyrr í ár valdi fakfelagsmannin Stefan Löfven til formann. Men tað var eisini í tøkum tíma. Í einari kanning í januar fekk flokkurin minni enn 25 prosent, og so veikur hevur hann ikki verið, síðani tær fyrstu meiningakanningarnar komu í 1967.
Síðani formansskiftið hevur tað bara gingið uppeftir í kanningunum, og í einari nýggjari kanning hjá SIFO fáa sosialdemokratarnir 37 prosent ella 9 prosentstig meiri enn Moderaterna hjá Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra.
Og Reinfeldt hevði fallið, sum val hevði verið til Ríkisdagin nú. Kanningin hjá SIFO sigur, at sosialdemokratarnir og hansara stuðlar høvdu fingið 10 prosentstig meiri enn stjórnarsamgongan og meiriluta innan tinggátt, hevði val verið nú.