Andstøðan latið 25 uppskot inn

Andstøðan hevur 25 uppskot, sum er latini inn, nú freistin at lata uppskot inn í hesi tingsetuni, fór á middegi í dag

Tjóðveldið hevur 16 uppskot, Javnaðarflokkurin 7, Framsókn 2, meðan Sjálvstýrið einki hevur. Okkurt av uppskotinum er longu lagt fram, og okkurt einstakt av uppskotunum eru onkrir av flokkunum felags um.

Landsstýrið hevur seinastu dagarnar latið Løgtinginum í alt 27 uppskot.

Tilsamans er sostatt 52 uppskot latin inn.

Landsstýrið sigur, at uppskotið um at skatta vinningin av fiskiloyvum verður latin Løgtinginum í næstum við 17 undirskriftum. Talan er um eina serlóg við ávísum løgfrøðiligum avbjóðingum, sum fyrisitingin arbeiðir við í løtuni.