Andstøðan einsamøll orðið

Samgongutingfólk hava ikki orðið, nú orðaskiftið er um broytingarnar í hjúnabandslógini er til viðgerðar

Síðani tingfundurin var settur fyrr fyrrapartin, hevur tingið viðgjørt eitt uppskot frá andstøðuni um at senda málið um at loyva samkyndum at giftast, til fólkaatkvøðu.

 

Andstøðufólk eru tey, sum hava havt orðið og tað eru eisini tey, sum hava nógv tær flestu viðmerkingarnar.

 

Alt bendir á, at samgonufólk hava avgjørt ikki at fara inn í orðaskifti um hetta máls skal sendast til fólkaatkvøðu.

 

Tí verður bíðað eftir, at andstøðufólk hava brúkt sína talutíð. Tá ið tað er hent, so fer málið til atkvøðugreiðslu.