Fundur var í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum í morgun, men fundurin var uttan andstøðulimirnar í fíggjarnevndini.
Stríð er millum samgongu og andstøðu í fíggjarlógini og ongin semja er gjørd um nakað enn. Sum tað sær út, so verður tað samgongan einsamøll, sum skrivar álit um fíggjarlógaruppskotið fyri 2017.
Andstøðan skrivar sjálv eitt álit, sum heldur fer at snúgva seg um mannagongdir og fólkaræði.
Á fundinum í morgun hildu andstøðulimirnir seg burtur, tí teir siga seg als ikki hava tikið lut í nakrari viðgerð í fíggjarnevndini.