Eftir ellivu ár sum avstralskur forslætisráðharri hevur John Howard ásannað, at hann hevur tapt tjóðartingsvalið í dag Valhølini í Avstralia lótu aftur klokkan sjey í morgun okkara tíð. Uppteljingin er ikki liðug, men munurin er so mikið stórur, at John Howard, forsætisráðharri, hevur longu ásannað, at hann hevur tapt valið.
Sambært fjølmiðlunum vísa forsagnirnar, at Arbeiðaraflokkurin við Kevin Rudd á odda fær minst 53 prosent av atkvøðunum, og at flokkurin tískil kann skipa stjórn einsamallur.
Avstralska sjónvarpið sigur, at tað er ikki óhugsandi, at John Howard missir sætið í tjóðartinginum. Hendir tað, er tað fyrstu ferð síðani 1929, at ein avstralskur forsætisráðharri fellur á einum tjóðartingsvali.