Neyðugt er við eini aðrari kós fyri Føroyar. Tað sigur ein samlað andstøða, sum hevur gjørt eitt alternativ uppskot til fíggjarkarmar fyri næstu fimm árini.
Andstøðan sigur seg kunna fáa hallið hjá landskassanum niður á 165 milliónir krónur næsta ár. Fíggjarkarmanir hjá landsstýrinum leggja upp til, at hallið verður 235 milliónir næsta ár.
Andstøðan mælir til eina røð av átøkum, sum tilsamans skulu seta gongd á samfelagshjólini. Millum annað skulu øll átøkini í heildarætlanini um fólkavøkstur takast við næsta ár. Kostnaðurin er 32,5 milliónir. Eisini skal barnafrádrátturin hækkast, fróðskaparsetrið styrkjast og so framvegis.
Andstøðan vil vera við, at teirra fíggjarpolitikkur vil seta gongd á samfelagshjólini. Tað skal skapa økta nýtslu, og harvið fleiri pengar í landskassan. Nýtslukvotan skal upp, sum tað eitur í uppskotinum. Hetta skal geva 83,7 milliónir krónur meira í landskassan.
- Tað er eitt realistiskt tal, sigur Kristina Háfoss, framsøgukvinna hjá Tjóðveldi í fíggjarmálum: