Andsdtøðan í Hvítarusslandi fekk ongan tinglim

Andstøðan í Hvítarusslandi slapp at stilla 110 valevni upp á tjóðartingsvalinum í gjár, men hon fekk ikki eitt einasta umboð á ting Tað verður ikki ein einasti andstøðutinglimur í salinum, tá hvítarussiska tjóðartingið kemur saman eftir valið í gjár.

Almenna valnevndin sigur, at tá uppteljingin var liðug í 99 av teimum 110 valdømunum, hevði andstøðan einki umboð fingið, og at einki bendir á, at hon fær nakað umboð í teimum seinastu 11 valdømunum.

Andstøðan fekk heldur ongan tinglim á valinum í 2004, og nú eins og tá leggur hon myndugleikarnar undir at hava svikað við uppteljingini.

Útlendskir eygleiðarar, sum hava hildið eygað við valinum hesaferð, fara í dag at boða frá, um valið var frælst og rættvíst.