TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við unga verjuskansan hjá B36, Andrias Eriksen, sum saman við liðfeløgunum tapti 1-2 norðuri í Klaksvík ímóti KÍ í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Andrias Eriksen heldur, at hóast nógvar skaðar, so møtti B36 norðuri í Klaksvík við einum liði, sum kundi geva KÍ holla mótstøðu.
Andrias Eriksen heldur, at teir í B36 gera ov nógv persónlig mistøk, og tað kostaði teimum dýrt. Andrias Eriksen staðfestir, at gongdin er tung hjá FM-vinnarunum fyri tíðina, og arbeiðast má fyri at venda gongdini.
Andrias Eriksen heldur, at KÍ-liðið arbeiddi sera hart í dag, og tað bar teimum sigurin.