Andrias Petersen til New York

Andrias Petersen í Gøtu, løgtingslimur Javnaðarfloksins í Eysturoyar valdømi, hevur fingið farloyvi frá løgtinginum frá 17. oktober til 13. november 2004 í samband við at hann skal umboða Føroya Løgting á ST-aðalfundinum í New York.

Andrias var landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum frá 1994-96.