Andrias partur av TeenStreet Føroyar leiðsluni

Leiðslan er víðkað úr trimum til fýra limir

Andrias Magnussen verður nú partur av leiðsluni fyri TeenStreet Føroyar. Tað boðar OM Føroyar, ið varðar av TeenStreet Føroyar, frá í dag. 


35 ára gamli Andrias Magnussen, ið eisini er aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, verður partur av leiðslutoyminum saman við Símun J. Hansen, Randi Hansen og Margareth Djurhuus, ið hava myndað leiðsluna í TeenStreet seinastu árini.

- Vit ynskja Andriasi vælkomnum í OM-familjuna og ynskja teimum fýra góða eydnu í arbeiðinum við at skipa fyri mini-TeenStreet í vár og at fyrireika TeenStreet 2020, sum verður í Oldenburg frá 1. til 8. august næsta ár, skrivar OM Føroyar.

Áðrenn tað verður tó Mini TeenStreet 2020 í Bylgjuni í Runavík fríggjadagin 21. februar til sunnudagin 23. februar.