Andrias og liðfelagarnir taptu á útivølli

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka eru nú triðaftast í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini

Mynd: Chojniczanka

Føroyski landsliðsleikarin, Andrias Edmundsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Chojniczanka taptu 1-2 fyri Stomil Olsztyn á útivølli í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini. 

 

Stomil Olsztyn var á odda 2-0 í steðginum. Tomasz Mikolajczak minkaði um munin fyri Chojniczanka við einum brotssparki í 76. minutti, men nærri kom Chojniczanka ikki at fáa stig í dag.

 

Chojniczanka er triðaftast í deildini við fimm stigum fyri sjey dystir.

 

Tað hevur vakt ans í Pólandi, at ein leikari sum spælir í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini møguliga skal spæla móti Pólandi 7. september.

 

Í samrøðu við Radio Gdansk sigur Andrias Edmundsson: - Dysturin hjá okkum móti Pólandi verður sera torførur, men tað er ikki ógjørligt at vinna á Pólandi. Fyri stuttum tapti Póland fyri Moldova, og tað gevur okkum eina vón. Men tað verður avgjørt torført at steðga Lewandowski og øllum tí pólska liðnum. Póland hevur fleiri áleyparar í heimsflokki. Tað verður ein torfør, men stór uppliving fyri okkum, sigur Andrias Edmundsson. 

 

 

 

 

 

Mynd: Chojniczanka