Andrias Edmundsson spældi aftur allan dystin, tá Chojniczanka á heimavølli tók ímóti Zaglebie Lubin í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Dysturin endaði við 2-1 sigri til Chojniczanka. Talan er um fjórða sigurin á rað hjá Chojniczanka, ið nú eru nummar seks í deildini við 18 stigum fyri 12 dystir.
Chojniczanka hevur bert fýra stig upp til oddaliðið, Kalisz sum hevur 22 stig.
Antoni Pralat legði Chojniczanka á odda tá bert fýra minuttir vóru leiktir av dystinum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Zaglebie Lubin.
Grzegorz Szymusik skoraði sigursmálið tá níggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.
18. oktober spælir Chojniczanka á útivølli móti Sandecja Nowy.
Nú fer Andrias saman við landsliðsliðfeløgunum at fyrireika seg til EM-undankappingardystirnar móti Pólandi og Kekkia.