Sum kunnugt tapti KÍF fyrr í dag 20-25 á heimavølli ímóti H71.
Ein av profilunum hjá KÍF, Andrias Nielsen, var alt annað enn nøgdur við avriki hjá sær og sínum liðfeløgum. Hann helt, at í dag var liðið hjá KÍF snøgt sagt og vánaligt.
Ljóðsamrøðan, ið Tróndur Arge hevði við Andrias Nielsen skamt eftir dystarlok, kann hoyrast við at trýsta á pílin omanfyri.