Ungi og evnaríki verjuleikarin á B36 liðnum, Andrias Eriksen, hevur í dag longt sáttmálan við barndómsfelagið B36.
B36 heimasíðan skrivar soleiðis:
Undan fyrsta landskappingardystinum móti HB í ár vóru tað ikki so nógv, sum vistu, hvør Andrias H. Eriksen var. Men tað vita so allar fótbóltsFøroyar í dag.
Andrias tók so ruddiliga av møguleikanum, tá hann varð tveittur fyri leyvurnar, og eingin ivi tykist vera um, at hann er ein av spælarunum, sum verja okkara verður bygd kring tey nógvu næstu árini.
Í felagnum eru vit sera fegin um, at Andrias hevur skrivað undir sáttmála, sum bindur okkum saman í 2015.