Andrias er nýggjur leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Andrias Olsen er frá 1. juni settur í starv sum leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, skrivar Føroyahúsið.

 

Andrias er 31 ára gamal og er føddur og uppvaksin í Havn.

 

Seinastu árini hevur Andrias búð í Keypmannahavn og hevur tikið útbúgving frá Københavns Universitet í tónleikavísindi.

 

Eftir lokna útbúgving hevur Andrias arbeitt sum kaféleiðari og tónleikalærari í einum fólkaskúla, og so er hann eisini virkin tónleikari í Keypmannahavn.