Andrias Edmundsson vann á Manchester City

Í U18 dysti fyri Sunderland átti ungi føroyingurin sín lut í sigrinum

Andrias Edmundsson og hansara liðfelagar á U18 liðnum hjá Sunderland, vunnu um vikuskiftið á U18 liðnum hjá Manchester City. Úrslitið var 1-0.

 

Andrias Edmundsson spældi allan dystin í miðvejruni hjá Sunderland. Heimsíðan hjá felagnum letur væl at avrikinum hjá unga toftamanninum, sum í fleiri førum eigur seinasta fótin á, tá Manchester City skal steðgast.

 

Andrias Edmundsson, sum er yngri beiggi hjá Jóan Símuni og Hákuni, tykist hava fingið stórt álit í Sunderland. Til hendan dystin vóru seks broytingar gjørdar í mun til seinasta dyst, tá Sunderland tapti 6-3 fyri Stoke, men Andrias Edmundsson helt fast í sínum plássi.