Wisła Płock setti í dag hol á eitt nýtt kappingarár í Betclic deildin, sum næstbesta deildin í Póllandi. Við Andriasi Edmundsson í miðverjuni allan dystin, spældi Wisła Płock javnleik 1-1 móti Kotwica Kołobrzeg.
Tað vóru gestirnir, sum komu á odda tá eitt lítið korter var spælt. Andrias Edmundsson ruddaði vekk við eyðkendum stútara í verjustøðu, men bólturin endaði fyri føturnar á Michał Cywiński, sum smekkaði bóltin í málið. Hetta kemur ikki undir eitt mistak frá miðverjanum, sum eisini spældi allan dystin.
Wisła Płock svaraði aftur í seinna hálvleiki. Maciej Famulak umsetti eitt innlegg úr høgru í mál. Tað bleiv eisini úrslitið. Hetta er fyrsta umfar í næstbestu deildini í Póllandi.
Andris Edmundsson hevur eina fortíð í Sunderland í Onglandi, Águilas í Spania og Chojniczanka Chojnice í júst Póllandi. Toftamaðurin er nú blivin 23 ár og líkt er til, at hann er fluttur ein hill – ella tvær – upp til hetta kappingarárið.
Wisła Płock – Kotwica Kołobrzeg 1:1 (0:1)
0:1 – Michał Cywiński 13'
1:1 – Maciej Famulak 47'











