Teir næstbestu hjá B36 høvdu seinnapartin vitjan av B68.
Toftamenn vunnu 1-0. Málið skoraði Andri Benjaminsen, tá ið ein tími var farin.
21 ára gamli Andri Benjaminsen er aftur í barndómsfelagnum, eftir at hann í seks ár hevur spælt í øðrum feløgum. Í fyrru helvt av 2018 var hann á Skála, og 2015 – 2017 og seinnu helvt av 2018 og í 2019 var hann í NSÍ.
Í fyrsta týdningarmikla dystiinum fyri B68 var hann avgerandi, so toftamenn fingu góða byrjan.
Teir fjala ikki, at dreymurin er, at tað skal eydnast hjá teimum at vinna seg aftur í bestu deildina.
Hjá B36 vardi Mattias Lamhauge málið og millum liðfelagarnar hjá honum var Bárður Olsen, sum er aftur í B36, eftir at hann í nøkur ár hevur verið á Argjum.