Tað verður ein føroyingauppgerð í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini um rættin at spæla í bestu íslendsku deildini komandi kappingarár.
Málverjin, Andri Kristianson Hansen, ið hevur verið við í øllum 18 dystunum hjá liðnum, Fjölnir skal spæla best uppflytingardystir best av trimum móti liðnum hjá Jonn Róa Torfinnssyni, Þór Akureyri.
Jonn Rói hevur spælt við í 17 av 18 dystum í næstbestu deildini, har hann hevur skotið 53 mál.
Fjölnir hevur heimadyst í fyrsta dystinum 14. apríl, og Þór hevur heimadyst í øðrum dystinum 17. apríl. Stendur 1-1 í dystum verður ein triði dystur, har Fjölnir fær heimavøll.
Í hinum uppflytingardystinum spæla Víkingur og Kórdrengir eisini best av trimum. Vinnarin av uppgerðini millum Fjölnir og Þór Akureyri møtir vinnaranum av dystinum millum Víking og Kórdrengir í uppflytingarfinaluni, ið verður leikt 25. apríl.
Tað hevur annars ikki gingið nakað at reypa av hjá hvørki Fjölnir ella Þór Akureyri í næstbestu deildini. Fjölnir gjørdist nummar fýra við 19 stigum, og Þór gjørdist nummar níggju við 12 stigum. Men av tí, at fimm eykalið hjá feløgum sum hava lið í bestu deildini spæla í næstbestu deildini, og kunnu tískil ikki flyta upp fáa Fjölnir og Þór møguleikan at spæla hesar uppflytingardystirnar.
HK hevur vunnið næstbestu deildina og flytur beinleiðis upp í bestu deildina.
##med2##