Andri og Fjölnir taptu greitt í fyrstu uppflytingarfinaluni

Víkingur Reykjavík vóru ov sterkir á útivølli fyri Andri K. Hansen og liðfelagarnar í Fjölni

Í kvøld spældu føroyski málverjin, Andri Kristianson Hansen og liðfelagarnir í Fjölni fyrstu uppflytingarfinaluna av fimm møguligum í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini móti Víkingi Reykjavík.

 

Fyrsta finalan var leikt á heimavøllinum hjá Víkingi, ið vann ein greiðan 32-25 sigur. Í steðginum var Víkingur á odda 18-13.

 

Andri, ið kappast við Berg Bjartmarsson og Ástgeir Rúnar Sigmarsson um at verja málið hjá Fjölnir var skrásettur fyri fimm bjargingar í kvøld.

 

Fjölnir hevur heimavøll í aðru uppflytingarfinaluni, ið verður leikt komandi fríggjakvøld. Tapir Fjölnir aftur fríggjakvøldið kann Víkingur tryggja sær uppflytingina í triðju uppflytingarfinaluni á heimavølli komandi mánakvøld.