Andri er aftur í gulum

Framrættaði toftamaðurin flytur úr barndómsfelagnum og til NSÍ, har hann áður hevur spælt

Andri Benjaminsen og NSÍ formaðurin Karstin Joensen Mynd: NSÍ

Tað er lívlig ferðsla til og av Svangaskarði. Fleiri spælarar eru í vetur lagstir aftrat hjá B68. Talan er um fleiri spælarar úr høvuðsstaðnum og B36, og nakað fyri ársskiftið varð alment, at framrættaði Jørgen Nielsen var fluttur úr NSÍ og út á Toftir.

 

Nú gongur ferðslan av Svangaskarði og inn til Runavíkar. Fyri stuttum boðaði NSÍ frá, at Steffan A. Løkin, sum hevur verið í B68 í tvey ár, nú aftur er NSÍ spælari. Og í kvøld boðar NSÍ frá, at framrættaði Andri Benjaminsen, sum er toftamaður og uppvaksin í B68, fyri aðru ferð flytur til NSÍ.

 

NSÍ skrivar soleiðis:

 

Tað er okkum ein stór gleði at boða frá, at Andri Benjaminsen kemur heim aftur til NSÍ. Sum bara 16-ára gamal spældi Andri fyrstu ferð við NSÍ, og hóast sín unga aldur og uppvøkstur á Toftum hevur hann longu spælt heili 5 kappingarár við liðum hjá NSÍ.

 

Hóast tað er NSÍ, sum burdi givið Andri eina føðingardagsgávu, so er tað øvut hesaferð. Á sínum 24-ára føðingardegi í dag gevur hann okkum gulu eina stóra gávu, tí hann hevur júst skrivað undir ein 2-ára sáttmála við NSÍ.

 

Andri hevur spælt 68 dystir í bestu deildini og 104 dystir í næstbestu deildini. Í hesum báðum deildunum hevur hann skotið heili 59 mál.

 

Úr rúgvuni av málum kunnu vit nevna ein heilt serligan dyst, tá B68 í 2020 ímóti AB langt inni í eykatíðini tryggjaði sær pláss í bestu deildini aftur. Andri skoraði øll trý málini í einum sera spennandi upp- og niðurflytingardysti. Vinnandi uppflytingarmálið kom tá 117 minuttir vóru spældir.

 

Andri verður uttan iva ein lyklaleikari, nú NSÍ skal skjótast upp aftur í bestu deildina, skrivar NSÍ.

 

Andri Benjaminsen og NSÍ formaðurin Karstin Joensen Mynd: NSÍ